140x140

Lóggáva um kemisk evni

Sum nevnt aðrastaðni á síðuni, eru vit umgird av eini ørgrynnu av kemiskum evnum í mati, klæðum, smyrsli, máling og øðrum. Flest eru heilt vandaleys. Fleiri gerandisvørur innihalda tó kemisk evni, ið kunnu vera skaðilig fyri heilsuna og dálkandi fyri umhvørvið. Fleiri slík heilsu- og umhvørvisskaðilig evni eru bannað í okkara grannalondum.  

 
Hóast heimild er í umhvørvisverndarlógini at banna innflutningi og nýtslu av ávísum vørum og kemiskum evnum, eru bert fá slík bann sett í Føroyum.

Løgtingið hevur samtykt fleiri altjóða sáttmálar, um at steðga nýtslu av umhvørvisdálkandi evnum. Men altjóða reglur eru ikki galdandi her, fyrr enn tær eru settar í gildi í føroyskari lóggávu. Eitt dømi um at altjóða reglur fáa gildið í Føroyum, varð í 2010, tá bann varð sett fyri innflutningi og nýtslu av ozonoyðandi evnum. 

Flest allar vørur, sum verða innflyttar til Føroyar, koma úr Danmark ella øðrum ES landi, og eru tí framleiddar sambært ES-reglum. Tí má roknast við, at hesar vørur liva upp til krøvini hjá okkara grannalondum. 

Hin vegin verður nógv vøra innflutt úr londum uttan fyri Evropa, eitt nú úr Fjareysturi. Eingin trygd er fyri, at hesar ikki innihalda skaðilig kemisk evni, sum eru bannað í okkara grannalondum. 

Keypir tú vøru, sum eru framleidd uttan fyri Evropa, er umráðandi at lesa vørulýsingina. Keyp ikki vøru uttan vørulýsing. 

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Lóggáva um kemisk evni